Frítíðarhúsið liggur í sera vøkrum umstøðum, tætt við 'Lopranseið' og 'Beinisvørð', ið bæði liggja gongu avstand frá húsunum.
Frítíðarhúsið hevur 4 íbúðir, ið allar hava alla vanliga køksútgerð, so til ber at gera egnan mat.
Allar íbúðirnar hava egið WC og bað og tað ið til hoyrir og deila
eitt felags vaskirúm, ið hevur vaskimaskinu og turkitrumlu.
5 sovipláss eru í hvørjari íbúð: Eitt dupultkamar, eitt einkultkamar og ein dupult sovisofa er í stovuni.
Dýnur og koddar eru í øllum íbúðunum og atgongd er til
frítt internetsamband.
Vit leggja stóran dent á, at øll sápa sum verður nýtt til íbúðirnar er umhvørvisvinarlig og uttan anga og lit. Hettar er eisini galdandi fyri vasking av seingjarklæðum.

