Í Lopra búgva umleið 90 fólk. Tað er ein sera góður sparkivøllur niðri mitt í Lopra, umleið 400 metrar frá húsinum. Borð og benkur eru beint uttanfyri vøllin, har tey vaksnu kunnu sita og njóta veðrið og kanska ein kaffimunn meðan børnini spæla á sparkivøllinum.
Stutt niðanfyri sparkivøllin er havnalagið, har tað ber væl til at fiska um tit hava tráður við. Tó er tað kanska best at fiska úti á grótkastinum.
Lopranseiðið er sera vakurt, og tað er vælegnað at fara ein gongutúr hartil. Lopranseiðið er ikki meir enn umleið 1,5 km herfrá. Tað ber eisini væl til at taka ein matpakka við, og kunnu børnini hugna sær í og rundanum hylin, ið liggur niðri í dalinum. Vanliga er nógv fuglalív at síggja á Lopranseiðnum.
Nærmastu matvøruhandlar eru í Vági (eini 6 km herfrá). Nærmasta bensinstøð er í Vági, eini 6 km herfrá.
Koyrast kann niðan á Beinisvørð, fjalli er 469 metrar høgt, og er eini 3 km herfrá. Koyrast skal eftir gamla vegnum til Sumba (upp um “Hestin”, ið er hægsta punkt á gamla vegnum).
Herfrá og til Víkarbyrgi er umleið 7 km eftir gamla vegnum til Sumba. Víkarbyrgi er síðsta bygd í Suðri, sum er vorðin manntóm (síðsti maðurin flutti til Sumbiar umleið ár 2011). Kanska er Víkarbyrgi tann síðsta bygdin í Føroyum, ið er avtofta ?
Fyrsta vatnorkuverk í Danska Kongaríkinum liggur í Botni norðanfyri Vág, eini 10 km herfrá. Koyrast má niðan framvið Viðarlundini í Vági fyri at koma hartil.
Páls Høll, einasti 50m svimjihylur í Føroyum, liggur á Oyrunum í Vági. Tað er eini 5 km herfrá. Har er bæði barnahylur, sauna, fitness og annað.
Ferðaætlan við Smyrli finst her